Hvirlan var sera hørð og endaði róðrið á kajuni hinmegin rampan. og Páll Fangi brast við einum ordiligum buldri niður á vegin Riva er komin á Páll Fanga og stokkurin hevur fingið skaðað, men sum skilst á kappróðrarfólkunum sum fóru suður ígjár, so kunnu tey møguliga rógva við Páll Fanga ídag.
Mennirnir í KRF vóru skjótir á staðnum og fingu Páll Fanga uppá vognin aftur, vognurin fekk eisini skaða av hvirluni.
Kvinnurnar á Páll Fanga skulu vera sera glaðar fyri at Páll Fangi ikki fór í luftina, tá ið tey koyrdu til Havnar, tí tá kundi skaðin verið enn størri, um hatta hendi á landsveginum.
Norðoya Portalurin er í suðri og hesar myndirnar tók eg, tá ið mennirnir á Klaksvíkingini fingu Páll Fanga á rættan kjøl aftur á kajuni í Tórshavn.
Góða eydnu til allar bátarnar í Klaksvík og Norðanfyri Tunnlarnar.
SáH