Ólavur hevur, sambært Faroesoccer, leikt 87 dystir í bestu deildini, 58 í 1. Deild, níggju í kappingini um løgmanssteypið, og seks dystir í Europa League. Umframt hetta, so hevur hann eisini spælt á øllum ungdómslandsliðunum, har av 13 dystir við u21 landsliðnum🇫🇴
Ólavur kemur til felagið við nógvum royndum, og hevur millum annað vunnið føroyameistaraheitið við KÍ í 2019, so vit gleða okkum at síggja hann í bláum og svørtum komandi ár🙌
Felagið ynskir Ólavi vælkomnum, og bestu eydnu komandi kappingarár🖤💙
EB-Streymur