Talan er um eina tíðaravmarkaða verkætlan, sum vónandi kann gerast eitt varandi tilboð.
Tað er Fróðskaparsetur Føroya, Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi, Fótbóltssaband Føroya og Klaksvíkar kommuna, sum eru farin undir hesa verkætlan, sum fer av bakkstokki í august 2022.
Endamálið við verkætlanini er at kanna, um hesin háttur av venjing, eitt avmarkað tíðarskeið, kann menna almennu heilsustøðuna og lívfrøðiligan aldur hjá hesum málbólkinum.
Kanningar verða gjørdar áðrenn farið verður í gongd og aftur 12 vikur seinni. Tær kanningar, sum eru umfataðar í hesi verkætlan eru m.a. máting av blóðtrýsti og hvílipulsi, test av vøddastyrki og BMI. Harumframt ein spurnarkanning í mun til sálarliga heilsu. Tað eru May-Britt Skoradal, PhD í heilsuvísindum og Magni Mohr, professari í arbejdsfysiologi, sum koma at hava ábyrgd av hesum partinum.
Borgarstjórin er fúsur
Karl Johansen, borgarstjóri, hevur møguleika at luttaka, og sigur, at hann er ómetaliga spentur.
- Eg ætli mær avgjørt at melda meg til heilsufótbólt. Seinastu tvey árini hava verið nógv merkt av fundarvirksemi og eg merki kropsliga, at kroppurin broytist. Hóast eg javnan spæli innandura, so eri eg sannførdur um, at eitt tílíkt tilboð kann verða eitt gott íkast til mína heilsustøðu.
- Vit hava fleiri 60+ í starvi í Klaksvíkar kommunu og Norðoya Bú- og Heimatænastu, og tí arbeiða vit við at fáa lagt venjingarnar soleiðis, at so nógv sum møguligt fáa luttikið. Tí er tað eisini mín vón, at vinnufyritøkurnar í umhvørvinum fara at eggja sínum starvsfólkum 60+ at taka lut i hesi verkætlanini.
- Klaksvíkar kommuna er samstarvsfelagið hjá ABC, har endamálið er at eggja til at vera virkin, saman og hugbundin. Eg meti, at vit við hesi verkætlanini røkka tí endamáli, men mest av øllum síggi eg fyri mær, at hetta verða 12 sera stuttligar og undirhaldandi vikur, sigur Karl Johansen, sum vónar stóra undirtøku fyri verkætlanini.
Venja á Másheyggi og í Djúpmýru
Verkætlanin fer av bakkastokki hálvan august. Tá verður vøllurin á Másheyggi liðugur og fer ein partur av venjingini at vera á nýggja vøllinum. Venjing verður tvær ferð um vikuna í 12 vikur, men kunnað verður seinni um tíðspunktini.
Bæði kommunan og KÍ fegnast um hetta tilboðið. Frá KÍ verður sagt, at skipaðar venjingar til hendan málbólkin ikki hevur verið roynt áður og tí er hetta ein verkætlan, sum øll eru spent at fara undir. Kunnað verður nærri um verkætlanina seinni í summar.
Klaksvíkar Kommuna