Mann kann ikki siga at Mads B. Mikkelsen hevur smæðst burtur á vøllinum í ár. Hann hevur við sínum framúr fótbóltslagið og hegni, víst seg at verið ein fong fyri felagið, og nú kunnu vit staðfesta, at Mads eisini er okkara komandi kappingarár.
Mads hevur røkt fleiri pláss hetta kappingarárið, har tekniski snildleikin hevur víst seg til at geva KÍ liðnum eitt gott hugflog í samanspælinum frameftir vøllinum.
Hóast hann hevur spælt í Føroyum í góð tvey ár, so hava vit endiliga sæð Mads spælt regluliga, orsaka av skaðum - og síðani hann er komin til KÍ, hevur Mads veruliga víst seg fram - og hevur hann verið kallaður inn til landsliðið av tí sama.
Vit eru errin av at vit eisini hava Mads til komandi kappingarár.
Koyr á KÍ
KÍ - Klaksvíkar Ítróttarfelag