
Hóast síni einans 24 ár, hevur klaksvíkingurin verið partur av Betri Deildini seinastu 8 árini. Jákup fekk debut tann 1. oktober 2014, tá KÍ vann 3-0 á Skála við Djúpumýru. Síðan tá hevur Jákup tørnað út fyri besta liðið heili 217 ferðir.
Í 2019 gjørdist tann tá einans 20 ára gamli miðvallarin liðskipari, og var fyrsti maður at lyfta FM steypið fyri KÍ síðan pápi hansara lyfti steypið í 1999.
Í seinastuni hevur lokali miðvallarin bitið seg fastan í A-landsliðshópin, og eru vónirnar stórar og bjartar um framtíðina.
Vit ynskja Jákup framhaldandi bestu eydnu í KÍ!
KÍ - Klaksvíkar Ítróttarfelag