Læknatoymið fyri 2026 er sett og tað eru okkara Thomas Berthou og Andrea Vatnsdal, sum fara at sita við síðulinjuna og annars vera rundan um okkara Betri menn hóp og felagið sum heild 🔥
Thomas kenna vit sum fyntliga kommunulæknan her norði, hann hevur nøkur ár á bakið í felagnum eftir hondini. Altíð klárur og sera dugnaligur👇🏼
“Eg eri sera glaður fyri at vera í KÍ og eg havi havt eitt framúr gott samstarv við fysio Lucas Lund í ár. Hóast vit tíverri ikki fáa Lucas við næsta ár, so eri eg sera spentur uppá at vit hava fingið Andreu við í okkara toymið.
Eg fari framhaldandi at dekka tað eg plagi í tí dagliga og dystirnar. Andrea er ótrúliga dugnalig í ortopædiska partinum av ítróttarmedisin og verður hon eisini ein týðandi partur av okkara uppsetan kring evropeisku dystirnar í summar” sigur Thomas.
Fyrr í ár vóru boð send eftir Andreu Vatnsdal at gerast partur av læknatoyminum, nógv her norði kenna hana nokk best sum konu Heina Vatnsdal og hava vit sæð hana rundan um vøllin til hópatal av dystum 🔥 nú er hon partur av kongabláa læknatoyminum og sigur hon soleiðis 👇🏼
“Eg fekk í boði at blíva ein partur av KÍ toyminum í summar, og eg eri sera glað fyri, at eg tók av.
Heimliga kenslan, harða arbeiði og KÍ identiteturin hevur verið ein so stórur partur av okkum sum familja seinastu nógvu árini.
Tá eg so varð spurd um at verða ein partur av toyminum fyri komandi ár var avgerðin sera einføld. Sjálvandi vil eg verða har saman við Thomas og geva mítt íkast til, at komandi ár verður minimum so gott sum í ár og gjarna krýddað við einum bólkaspæli” sigur Andrea.
Vit eru heppin at hava tykkum í 2026 💙 og gleða okkum til eitt spennandi kappingarár 🔥
🗣️ KOYR Á KÍ
KÍ - Klaksvíkar Ítróttarfelag
RSS Feed