
Klaksvíkar Róðrarfelag okkara stoltleikið innan rógving, vassar bókstaviliga í lortið.
Her eru 9 manningar, sum venja hvønn dag og sum eru komnar í eina sera keðiliga støðu, har tey nærum ikki fáa bátarnar út á vánna.
Orsøkin er tann, at órudd og flóv/fjøra standa í vegin. Tað er sera óheppið, at manningarnar hjá KRF skulu vassa runt í kloak og annað ólekkrum, bara fyri at fáa bátarnar út.
Her hava tit myndir av, hvussu okkara kæra Kommuna behandlar okkara ítróttarfólk í býnum. Onkrastaðni stendur Býráðsformaðurin á odda og ruddar kava av vøllinum og aðrastaðni í býnum kunnu ítróttarfólkini vassa í lortið. Sjálvandi eru meira stemmur í Djúpumýru, men máti skal vera við.
Hetta er also ikki gott nokk harra Jógvan Skorheim, fái fingurin úr einum vissum staðið og fáa viðurskiftini hjá KRF íordan skjótast gjørligt, hetta líkist svartasta ongum.
SáH