Í seinna hálvleiki var leikgongdin tann sama, vit trýstur og B36 koyrdi uppá skjótálop. Tá 65. min vóru leiktir var Evy aftur á plettinum og skoraði til 3-0 og bara ein minutt seinni gjørdi B36 sjálvmál. Sofía skoraði til 5-0 í 83. minutti. Seinasta málið gjørdi Liljan í seinasta minutti.
Sigurin ber við sær, at nú eru vit aftur har vit hoyra heima, nemlig á fyrsta plássi, eitt stig frammanfyri EB/Streym/Skála.
Næsti dystur verður sunnudagin í móti HB í Klaksvík.
Kelda: KÍ kvinuur Facebook
SáH