Dysturin var ikki væl spældur og átti liðini hvør sín hálvleik. KÍ var á odda 2-0 í hálvleikinum, bæði málini komu eftir hornaspark og báðu ferðir setti Deni Pavlovic bóltin í málið.
Í seinna hálvleiki var Skála betur og tá ið nakrir minuttir vóru eftir av dystinum, fingu teir hol á til 2-1 og tað gjørdist eisini endaliga úrslitið.
Næsta sunnudag skal KÍ leika ímóti HB í Gundadali og tá byrjar Betri landskappingin 2018.
Her myndir frá dystinum "KÍ - Skála 2-1"
SáH