Seinast KÍ gjørdist Føroyameistarar var í 2023 og nú eru vit aftur Føroyameistarar, STÓRT TILLUKKU. Steypið kemur nú aftur har tað eigur heima, nevnliga heim til Klaksvíkar. Hetta er Føroyameistaraheitið nummar 22.
KÍ vann á Dungasandi 2-1 á 07 Vestur, men spæli var onki at reypa av, sigi sum Gøtumaðurin "Dillufótbóltur".
Enn einaferð vóru tað Árni Frederiksberg og Páll Klettskarð sum avgjørdi dystin. Fyrra málið kom í 48 minutti, Filip Bratbakk legði upplegg til Árna Frederiksberg og seinna málið kom í 76. min, har Árni legði upplegg til Páll, sostatt vann KÍ 2-1 og enn einaferð við 10 monnum, annan dystin á rað, hesaferð fekk Páll Klettskarð reyða kortið og hetta er tað fyrsta reyða kortið hann nakrantíð hevur fingið sum fótbóltsspælari.
Stórt tillukku KÍ, her nakrar myndir frá árinum, sjá herundir:
SáH



























































































































































RSS Feed