
Í morgin, hósdagin 27.juni, byrjar Team Rynkeby sína ferð til París. Aftur í ár verða súkklararnir sendir avstað uttan fyri Smæruna á Kráarbrekku.
Skráin er hendan
Kl. 10.00: Koma Team Rynkeby súkklurnar. Súkklurnar verða vístar fram, og høvi verður at heilsa uppá Team Rynkeby.
Kl. 10.30: Umboð fyri Klaksvíkar kommunu og Hjartabarn flyta fram røðu, umframt at Rani Nolsøe framførir. Klaksvíkar kommuna bjóðar kaffi, kaku og okkurt verður til børnini. Eisini vísa børn frá Blákolluni málningar fram í Smæruni, har møguleiki verður at lata eina gáv til Team Rynkeby. Áðrenn ferðin byrjar, sigur Eyð Matras frá Team Rynkeby Føroyar, nøkur orð,
Kl. 11.45: Fráferð av Kráarbrekku. Súkklað verður út á Toftir, umvegis Klaksvíkar Sjúkrahús.
Klaksvíkar kommuna ynskir øllum súkklarunum eina góða ferð til París.
Kelda: klaksvík.fo
SáH