Loysn sæst nú á málinum við felagshølir til Ægir. Ægir fær norðurendan í Svimjihøllini har Almannaráðið heldur til í løtuni og tá ið tey fara út í HF bygningin í summar, so fær Ægir øll hølini. Á tann hátt er trupuleikin loystir, Ægir fær felagshølir, venjingarhølir og eina skrivstovu í svimjihøllini og tað kundi ikki verið betri og meira rættvíst fyri okkara stolta svimjifelag, tí tað er Ægir sum uppfostrar og lærir okkara svimjarar í býnum at svimja og sum vera kundar hjá svimjuhøllini í framtíðini.
Bánatogini eru í Danmark og eru klár at senda upp, so nú manglar bara ryggstartarnir og at man umvælur flisarnar sum eru brotnir við og í kappingarhylinum.
So skjótt tann tað loysast. Takki Karl Johansen borgmeistari fyri at tú komst at hyggja eftir svimjikapping í dag og at Klaksvíkar Kommuna endiliga raðfestur Ægir og at tú væntandi fer at klára at loysa hølistrupuleikan og venjingarhølini hjá Ægir, tað seta Ægir og allir okkara svimjarar, venjarar og nevndarfólk sera stóra prís uppá.
Lat okkum vera viðspælarar og ikki mótspælarar.
SáH