Kappingin verður inni, so leikt verður uttan mun til veður!
Tilmelding av liðið verður gjørd við at senda teldupost til [email protected] í seinasta lagið leygardagin 30. august kl. 12.00.
Tilskila navn og føðidag á báðum leikarunum í tilmeldingini.
Leikt verður eftir FIVB reglum, herundir eisini, tá talan er um klæðir, ið skulu verða eins litt (shorts o.l. skulu eisini hava sama lit). Leikbúnar skulu verða nr. 1 og nr. 2.
Leikara, sum eru 16 ár og eldri kunnu luttaka og í minsta lagið annar leikarin á hvørjum liðið skal hava føroyskt pass.
Luttøkugjald fyri hvørt lið er 400 kr.
Ætlandi verður kappingin skipa eftir altjóða dámi við tónleiki osfr.
Tá tað er greitt, hvussu nógv lið melda til, verður kappingin løgd og kunngjørd.
Flogbóltssamband Føroya
RSS Feed