KÍ legði seg á odda 1-0 í fyrra hálvleiki, men Víkingur javnaði og legði seg á odda, bæði 2-1 og 3-2, men við einum sera flottum einmansavrikið av Beini Poulsen miðskeiðis í seinna hálvleiki, eydnaðist tað KÍ at javnað og í yvirtíðini eydnaðist tað veteraninum Ove Nysted, at skorað til 4-3 uppá brotsspark og dysturin var mestsum avgjørdir, men í seinastu sekundinum skoraði KÍ til 5-3 og KÍ spældi seg í 2. deild og í finaluna í 3. deild.
Sera dramatisk og spennandi var ímóti endanum og tað sá sera svart út, tí tá klokkan vísti yvir 90 min. var støðan 3-3, Sámal Eyðfinn var rikin av vøllinum fyri tvey gul kort og við javnleiki, var Víkingur í 2. deild, men við einum øgiligum pressi frá øllum á KÍ liðnum, bæði á vøllinum og uttanfyri vøllin, vendist alt á høvdi og teir vunnu uppiborið 5-3. Aftaná blivu allir bodnir til Maverick, har teir fingu okkurt lekkurt frá stjóranum. Stórt tillukku til 3. deildarliðið hjá KÍ.
SáH 17.09.12