Endatíðin gjørdist 2:21:30. Hetta er nýtt føroyskt met, sum eisini er 6 min. betri enn gamla metið hjá Absalon Hansen.
Julian gjørdist nummar 259 av 38439 rennarum. Ómetaliga flott
Karl Johansen, borgarstjóri, var forbí við blómum og rósti Julian fyri sítt bragd, og takkaði honum fyri at vera eitt sera fyrimyndarligt ítróttafólk.
Andreas Josephsen, nevndarformaður í Treysti, handaði honum eina gávu frá felagnum og øðrum góðum stuðlum.
Hjartaliga tillukku við flotta úrslitinum, Julian
Fleiri myndir, klikk her "Julian Gregersen sett nýtt føroyskt met"
Klaksvíkar Kommuna
RSS Feed