Tí kunnu vit av sonnum staðfesta, at dugnaligi Ægir svimjarin úr Fuglafirði, vísti stóra styrki og úthaldni til FM, sum var í Klaksvíkar Svimjihøll um vikuskifti.
Jóhanna eigur sjálv metið í juniorbólkinum í 200 firvald, og ætlaði sær helst at taka FM metið fyri seniorar eisini. Tað hevði í øllum førum methaldarin, Jonna Bjartalíð Thomsen, gjørt sær hugsanir um. Jonna møtti nevniliga til finaluna, og var so at siga til reiðar at geva metið víðari til Jóhonnu.
Men tað eydnaðist ikki at taka metið hjá Jonnu á 2:18.07, tá Jóhanna kom á mál í tíðini 2:22.07, sum tó var nóg mikið til at tryggja henni FM-heitið.
Jóhanna tryggjaði sær eisini FM heitini í 200 og 400 blandað.
Til lukku Jóhanna.
Ægir Klaksvík



RSS Feed