Í tíðindaskrivi sigur ÍSF, at tey fara at greiða frá nýggju ætlanini hjá ÍSF og ynskja at hoyra hugsanir hjá áhoyrarum. Henda ætlan skal vera eitt amboð hjá ÍSF at samstarva um, at geva so mongum borgarum gleðina av at vera virkin í einum ítróttafelag.
Við skiftandi gestarøðarum m.a. Lene Terp, venjari hjá A-landsliðnum hjá kvinnum, Mark Laursen-Marcher, ítróttastjóri hjá HSF, Annika Helgadóttir Davidsen, sálarfrøðingur, Heri Ziska, venjari, Øssur D. Eiriksfoss, úrvalsíðkara, og Guðmundi Joensen, stovnara av Ítróttarháskúlanum, ferðast vit soleiðis.
Tiltakið verður á Skúlatrøð í Klaksvík 9. november kl. 19.00 til 21.00
Les meira um tiltakið her: ÍSF á ferð
Klaksvíkar Kommuna