Tey fóru avstað mikudagin í síðstu viku og vera á Mallorca til tann 21. juli og tá fara tey so víðari til Budapest. HM byrjar tann 23. juli, her kappingarskráin fryi Fina World Championships, klikk her: "17TH Fina World Masters Championships"
Óli Mortensen og venjari Øyvind Røsland fóru til Mallorca longu mánadagin, sum DM á langgeil var liðugt, meðan Signhild Joensen, Sára Ryggshamar Nysted, Róland Toftum og venjari Juan Jaime Arroyo Toledo nú seinasta mikumorgunin flugu beinleiðis við Atlantic Airways úr Føroyum.
Talan er um venjingarlegu, sum Øyvind Røsland saman við Svimjisambandi Føroya og Norsk Svømmeforbund hevur fingið í lag, soleiðis at føroyingarnir kunnu venja saman við norska landsliðnum, ið eisini fyrireikar seg til HM. Øyvind hevur konu sína við á Mallorca, ið hevur játtað at vera okkara kvinnuligi leiðari hjá liðnum.
Sum skilst so er veðrið sera gott har suðuri í hesum døgum, um ikki ov gott.
Vant verður uttandura, har á BEST Swim Centre Mallorca, klikk her: "Best Swim Centre" ið er depil hjá fyrrverandi bretskum OL-svimjarum, ið hevur sum sergrein at skipa fyri venjingarlegum fyri svimjarum og triatletum.
Vit ynskja okkara svimjarum góða eydnu og eru tit vælkomin at senda hópin av myndum til okkum, send myndirnar á [email protected]
Kelda: www.svimjing.com
SáH