
KÍ hevði fýra til fimm 100 prosent møguleikar at avgera dystin, men allar royndirnar blivu skotnar við síðuna av málinum og tað einu ferðina bjargaði TB málmaðurin, sostatt endaði dysturin við Stórá 0-0 og HB vann dystin við 2 stigum.
Veðrið spældi eisini KÍ eitt puss og tað gjørdi tað heldur ikki lættari at verjukjempan hjá KÍ Oddmar Færø mátti berast av vøllinum við skaða. Patrick bleiv eisini tikin av vøllinum, tí hann fekk ikki mjúka behandling av sínum gomlu liðspælarum og tí var best at taka hann út, so hann ikki eisini bleiv skaddur.
KÍ er enn á odda í Betri deildini við einum stigi, men HB kann taka oddasessin frá teimum í morgin, tá ið HB møtir ÍF á heimavøllið.
Klaksvíkingar kunnu takka sær sjálvum í dag fyri, at teir ikki fóru norður aftur við trimum stigum, har vóru alt ov nógvir brennivargar á liðnum í dag.
SáH