Hetta var fyrsta kapping í Pálshøll nakrantíð, og harvið eisini fyrstu ferð at kappast varð á langgeil í Føroyum.
Bert tvey svimjifeløg møtti upp
Ivasama sambandið til Suðuroyar viðførdi tíverri, at fleiri av liðunum norðanifrá valdu at melda frá kappingini. Strandferðslan mátti vegna veður og maskinskaða flyta túrin suður leygarmorgun til fríggjakvøld, og vóru tað tey tí tey sum settust aftur, so at luttøkan varð avmarkað til vertirnar úr Suðuroyar Svimjifelag, umframt tey harðførastu úr Havnar Svimjifelag.
Leygarkvøldið mátti Strandferðslan so aftur avlýsa túrin norðuraftur leygarkvøldið, so at neyðugt varð at yvirnátta til sunnumorgunin. Men sjálv siglingin var heilt ókey, og veðrið heldur ikki verri enn at stevnan kundi avgreiðast sum ætlað.
Um sjálva stevnuna er tað at siga, at hon var elddópurin hjá Pálshøll og føroysku dómarafjøldini at fyriskipa stevnu á langgeil. Yvirdómararnir vóru Annika Næs Johannesen og Thurid Kjærbo, sum tóku prógv á dómaraskeiðunum í fjør vár, og riggaði tað avbera væl hjá teimum.
Ein løgin kensla at síggja svimjararnir nærum forsvinna út í havsbrúnna, fyri síðani at koma aftur, og skemtaði onkur lokalur áskoðari tá eisini, at nú má man hava teaterkikara við til svimjikapping. Frá svimjarunum hoyrdist bara rós um hvussu tað var at svimja í langhylinum, og vísti hann seg eisini beinanvegin at kunna brúkast til at seta føroysk met í. Fyri okkum áskoðarar var høllin kanska í so heit, so at neyðugt var at drekka nógva vætu, men er hetta nakað sum kann regulerast.
Sára Ryggshamar Nysted tók yvirskriftirnar í sjálvari svimjikappingini, við tríggjar ferðir at seta bæði føroyskt met og føroyskt juniormet, fyrst um morgunin í 400 metra frísvimjing og 100 metra frísvimjing, og síðani seinnapartin eisini í 800 metra frísvimjing.
Sára varð við 8 fyrstaplássum hin mest vinnandi svimjarin yvirhøvur, meðan Róland Toftum eisini úr Suðuroyar Svimjifelag við 5 fyrstaplássum var mest vinnandi mannligi svimjari.
Suðuroyar Svimjifelag er veruliga komið flúgvandi út í 2016, vegna góða venjing á langgeil í jólaferiuni, og vann nú tilsamans 17 gull, 6 silvur og 14 bronsur, meðan Havnar Svimjifelag vann 4 gull, 14 silvur og 6 bronsur.
Næsta svimjistevna fyri tey eldru verður í Klaksvík hin 13. og 14. februar, og næsta svimjistevna í Vági so fyrsta FøroyaMeistarastevna á langgeil, 11. til 13. mars. Men seinni í hesum mánaðinum fara nógvir svimjarar til Íslands, at luttaka á Reykjavík International 2016. Leygardagin 30. januar skipar FLOT fyri svimjistevnu á Toftum, fyri okkara yngstu aldursbólkar. Sí kalendaran hjá SSF.
Her úrslitalistin frá SuSvim kappingini 2016, klikk her: "SuSvim kappinging 2016"
Kelda og mynd: www.svimjing.com
SáH