
Svimjarnir stríddist alt tað teir vóru mentir og fingu roynt seg við sínum javnaldrum svimjarum.
Ægir fekk hópin av gullheiðursmerkjum og onkur kapping gjørdist sera spennandi ímillum teir gomlu svimjarnir. Ein var, har Klaksvíkingur Erling Høgnesen, sum tíðanverri svimur við HS, vann tepurt á stórsvimjarnum Jón Heystoy, sum eisini er úr Havnar Svimjifelag.
Master kappingini er fyri svimjarar sum eru 25+.
Hugnaløta var í Tekniska Skúla fyri allar svimjarnar og eldru hjálparfólkunum aftaná svimjikappingina, har SSF var vertir og ungu hjálparfólkini fóru til Bakaríið hjá Jórun, at fáa sær Pizza.
Her nakrar myndir frá svimjikappingini leygardagin.
SáH