
Takk fyri tína tíð í svimjing, tí hevur verið við til at ment svimjingina í Føroyum til eitt heilt annað støðið, eitt altjóða støðið og verið við til, at Ægir hevur verið eitt av Føroya besta liðum alla tína tíð, sum svimjari fyri Ægir.
Tað hevur verið fantastisk at fylgt tær og nógvar góðar kappingar hava verið og har tú gjørdist nummar eitt, takk fyri tað og tað eru vit øll í Klaksvík sera stolt av.
Ein persónur sum eisini skal hava eitt sera stórt takk og tað er mamma tín Rannvá, hon hevur ótroyttilig staðið við tína lið alla tíðina og uttan hana, so hevði tú als ikki klára at komu uppá hægstu tindarnar, bæði í Føroyum, Norðurlondum, Oyggjaleikum, Europa og heimsmeistaraskapum. Eitt fantastiskt par og stuttligt at síggja, hvussu góðar tit altíð hava verið við hvønn annan.
Eisini skulu allir tínir venjarar ígjøgnum tíðina hava eina tøkk, serstakliga Jaime Arro og Petur Heðin á Fløtti, enn einaferð takk fyri tíðan tíð í Ægir, vónandi kemur tú aftur til Klaksvíkar og tá verður venjari fyri okkara svimjarar.
Hetta skrivar Signhild á sínum Facebook vanga:
Eg vil gjarna boða frá at tað er við alvorliga blandaðum kenslum, men aftaná øll hesi árini, so havi eg tikið avgerð um at gevast vid svimjingini.
Tað hevur verið ein so stórur partur av mær – og tað fer tað nokk altíð at vera, so tað er undarligt at svimjingin ikki skal fylla mest í gerandisdegnum longur, men samstundis síggi eg fram til ein annarleiðis gerandisdag við øðrum avbjóðingum.
Eg eri so takksom fyri alt eg havi upplivað, og ikki minst takksom fyri alt sum eg havi lært og øllum fólkunum eg havi møtt í gjøgnum svimjingina.
Takk til øll sum hava stuðla mær, hetta hevur ikki verið ein løtt avgerð.
Takk fyri meg
#newchapter
Signhild Joensen