Alt fær ein enda. Eisini FM á langgeil 2026. Triði dagur og sætti partur er nú farin afturum.
Nógv er svomið og ógvuliga nógv persónlig met, nógv heiðursmerki og har til føroysk met er sett.
Ægir hevði nøkur lið met. Bæði junior og senior.
Líggjas hevði besta persónliga úrslit mett í mun heimsmetið. Flest Aqua stig, sum sagt verður.
Eitt gott FM har Ægir vann flest gull í FM kappingini. Vit hava tí vunnið FM 💪
Heiðursmerkja listin FM 2026:
Nr 1 Ægir 25 gull 13 silvur og 9 bronsu
Nr 2 Havnar Svimjifelag 12 gull 9 silvur og 10 bronsu
Nr 3 Suðuroyar Svimjifelag 1 gull 13 silvur og 8 bronsu
Nr 4 Fuglafjarðar Svimjifelag 1 gull 4 silvur og 10 bronsu
Nr 5 Svimjifelagið Reysti 0 gull 0 silvur og 1 bronsu
Norðoya Portalurin ynskir Ægir stórt tillukku við stóra bragdinum at gerast klárt besta svimjifelag í Føroyum á FML 2026. Heili 11 gullheiðursmerkir fleiri enn Havnar Svimjifelag og 24 fleiri ein stórfelagið í suðri, tað man sigast at vera sera flott klára og eiga venjarnir eitt stórt rós uppiborið og so sjálvandi nevndin eisini.
Kelda: Tekstur og myndir, Ægir Klaksvík
Niðanfyri myndir frá FML 2026 og fleiri myndir á Facebook síðuni hjá Ægir, klikk er "Ægir Klaksvík".
SáH





















RSS Feed