Undan dystinum lá HB á 2.plássi, og fríggjakvøldið vunnu teir steypafinaluna ímóti oddaliðnum NSÌ. KÌ lá á 5.plássið. HB hevði tó ikki tríggjir av sínum lyklaleikarum við, meðan KÌ manglaði ein av sínum umráðandi leikarum: Aksel B, Danielsen hevði leikbann til dystinum
KÌ byrjaði betri, og longu í 3.minutti fekk Jóannes K.Danielsen ein stóran møguleika. Annars hendi tað ikki so nógv í fyrra hálvleiki: HB manglaði týðiliga nakað, og KÌ fekk heldur ikki spælið heilt at koyra. Men burturúr ongum kom eitt mál. Tá góður 1/2 tími var leiktur, fekk Hjalti K.Djurhuus, liðformaðurin hjá HB, bóltin eitt sindur uttanfyri KÌ-brotsteigin, og hann smekkaði bóltin í netið. Hetta var sum at fáa ein vátan vøtt hjá KÌ-leikarunum, og í yvirtíðini kom ein afturat. Eftir eitt hornaspark var stóri verjuleikarin hjá HB, Jónathan Hayfield, púra fríur í samband við eitt hornaspark, og tútaði bóltin í netið. 2-0 til HB eftir ein linligan fyrra hálvleik.
Men KÌ kom út í 2.hálvleik, og legði trýst á steypavinnarinar. Leikarinir vísti, at teir vildu meira! Tað var tó ikki fyrrenn eitt gott korter var eftir, at KÌ minkaði um munin. Jóannes Danielsen fekk bóltin í vinstru síðu, og hann tók sakina í egnar hendur: Hann driblaði hegnisliga framvið trimum verjuleikarum, og legði bóltin væl niður í handara málhorn.
Eitt sera flott mál! Tað vóru nógvir áskoðarar til dystin, og nú kom veruliga lív í teir. Tað var rópt, og trumman varð funnin fram. KÌ helt á at trýsta, og sjey minuttir fyri leiklok fekk ein HB leikari reytt kort. Eftir ein nærdysti, ið hann tapti ímóti Jákup B.Andreasen, nýtti hann ósømiligan málburð frammanfyri linjuverjanum, og so var KÌ 11 ímóti 10, og nú fekk heimaliðið enn meira blóð uppá tonnina. Andrias á Marknagili var komin inn á høgra vong, og skapti við sínari ferð stórar trupuleikar fyri HB-verjuna, og tríggjar minuttir fyri leiklok legði hann bóltin innfyri, og har var Jóanis Petersen fyrstur á bóltinum og setti hann inn. 2-2 og stór frøi á mongu áskoðarunum. KÌ spældi við stórum íblástri, og við einari stórar trúgv uppá tingini. Og tveir minuttir seinni var Andrias aftur uppá spæl í høgru síðu. Heauferð fann hann liðformannin Mikkjal á Bergi, ið hevði tikið renningina til aftaru stong inni í fimm-metrinum. 3-2 og alt var á gosi! Allir leikarinir og allir á bonkurin lupu í ein bunka frammanfyri áskoðaraskýlinum, og fleiri áskoðarar vóru eisini á vøllinum. Hetta var fyrsta málið, ið tann raski og álítandi verjuleikarin hevur skorað á heilum vølli, og tað var júst tann rætta løtan at skora tað.
Ì yvirtíðini blakaði HB alt fram, og tað var nær við, at teir fingu javnað: Fyrst bjargaði KÌ á strikuni og stutt aftaná stórbjargaði Aron Jacobsen í málinum. Bólturin sprakk útfrá, KÌ fór í skjótálop og Jóanis gjørdist púra einsamallir við HB-málverjanum, ið var komin langt út úr málinum. Og úr 30 metrum lyfti Jóanis bóltin hegnisliga uppum málverjan. 4-2 og í somu løtu bríkslaði dómarin fyri seinastu ferð. Sjálvsagt stór frøi á leikarum, venjarum og áskoðaum, ið tysjaðu inn á vøllin. Eitt fantastiskt kvøld á Djúpumýru og trý stig til okkara dreingir, ið eiga stórt rós fyri ein ótrúligan vilja og innsats. Leikarir sum Òlavur Niclassen í verjuni, liðformaðurin Mikkjal, Jákup á miðjuni og Jóannes úti á vonginum gingu á odda, men tað var eitt liðavrik, ið hálaði hendan serliga sigurin heim. Tað gjørdi tað uppaftur betri at mótstøðuliðið var HB, og komandi dystir hjá liðnum er longu hóskvøldið í Havn ímóti HB. KÌ er nú bert trý stig aftanfyri arvafíggjindanum
Tillukku til liðið og Koyr á KÌ!