
Nógvir áskoðarar vóru til dystin og Bláa Bylgjan setti sín dám á dystin. Fyrri hálvleikur var einki at reypa av, men seinni hálvleikur var sera góðir og álopini skolaðu yvir bæði málini.
Í 50 min. eydnaðist tað KÍ at fáa hol á, bólturin blívur sendir inn frá vinstru síðu, málmaðurin hjá AB hálvbjargar, bólturin, bólturin endar fyri føturnar á Álvi Christiansen og hann takkar fyri og leggur bóltin í málið til 1-0. Man hevði besta hug at siga "ikki aftur nú", tí soleiðis hevur gongdin verið í ótelandi dystum, har KÍ hevur lagt seg á odda og so sløsa sigurin burtur ferð aftaná ferð, men hesaferð hildu teir stand og tá ið Lars Muller floytaði dystin av í 94 min. var øgiligur rómur á KÍ fjepparnum og var tað næstan sum at KÍ var blivin føroyameistari. Eitt sera týdningarmikið mál hjá Álvi Christiansen og trý kærkomin stig á kontoina, eftir at KÍ ikki hevur vunnið í 158 dagar. Gott kempa KÍ, vit vunnu ikki bara á vøllinum, vit vunnu eisini uttanfyri vøllin.
Tit mugu orsaka, at ongar myndir vóru síðst í dystinum, men tað var alt ov myrkt at taka myndir á Argjum í seinna hálvleiki. Dysturin skuldi heldur verið spældur klokkan trý, tí tá var fínasta veður og ljóst. Haldi FSF skal ansa eftir, ikki at byrja dystirnar ov seint, tí ljósviðurskiftin er alt annað enn góð, runt vøllirnar í Føroyum.
SáH