
Her eru úrslitalistarnir frá SMS-stevnuni í Svimjihøllini í Gundadali, nú í vikuskiftinum, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri. Ein undirhaldandi stevna, har vit sóu harða kapping í teimum greinum sum vóru mest viðkomandi fyri úttøku til NJM, NM og HM í desember, nú kravtíðarskeiðið endar í dag. Heiðursmerkjauppteljing og sovorðið kemur seinni.
Eitt er vist fyri Ægir, at Cecila Eysturdal hevur megna kravtíðina til HM, stórt tillukku Cecila.
Her Úrslitalistin, klikk link niðanfyri:
http://www.svimjing.com/files/hs-stevna-nov-2014-urslit.html
Kelda: Svimjisamband Føroya
SáH