Tað er ein sannur fongur, sum KÍ kunngjørdi mánakvøldið. Súni Olsen telist millum eyðsýndastu leikararnar í fremstu mansdeildini seinastu mongu árini.
Tey sum kenna til føroyskan fótbólt vita at Súni Olsen er lívsfarligur í deyðbóltstøðum, hann fær spælið at flóta við góðum pasnings-spæli og við sínum drúgvu royndum bæði í føroyum, uttanlanda og á landsliðnum fer hann heilt víst at styrkja munandi um KÍ hópin.
Súni Olsen er 34 ára gamal og hevur leikt 257 dystir í Effo deildini har tað er blivið til 86 mál.
Kelda: www.ki.fo
SáH