Super flott róð Sundabáturin.
Tíðirnar vóru hesar:
Nr. 1 Sundabáturin 4:47.04
Nr. 2 Hvessingur 4: 49.12
Nr. 3 Hósvíkingur 5:00.09
Støðan er henda:
Nr. 1 Sundabáturin 40 stig.
Nr. 2 Hvessingur 38 stig.
Nr. 3 Hósvíkingur 27 stig.
SáH
Norðoya Portalurin
Sundabáturin vann aftur hesaferð og nú nærkast teir eisini Føroyameistaraskapinum, eins og Fípan Fagra í Klaksvík. Teir eru nú tvey stig frammanfyri Hvessing. Super flott róð Sundabáturin. Tíðirnar vóru hesar: Nr. 1 Sundabáturin 4:47.04 Nr. 2 Hvessingur 4: 49.12 Nr. 3 Hósvíkingur 5:00.09 Støðan er henda: Nr. 1 Sundabáturin 40 stig. Nr. 2 Hvessingur 38 stig. Nr. 3 Hósvíkingur 27 stig. SáH Við einum øgiligum endaspurti hølvaði Fípan Fagra Sílið av á Vestanstevnu og er Fípan 3 stig frammanfyri Sílið, nú bert ein róður er eftir at rógva og nú skal illa til, um ikki okkara menn gerast Føroyameistarar á Ólavsøku. Stórt tillukku Fípan. Tíðirnar vóru hesar: Nr. 1 Fípan Fagra 5:13.02 Nr. 2 Sílið 5:15.14 Nr. Royndin Fríða 5:18.29 Støðan í 5 mannafør dreingir Nr. 1 Fípan Fagra 40 stig Nr. 2 Sílið 37 stig Nr. 3 Royndin Fríða 28 stig SáH KVF er byrjað at senda beinleiðis frá Vestanstevnuni. Klikk her: "Beinleiðis kappróður á Vestanstevnu" SáH Ígjár vóru teir flestu av svimjarnum í Ægir og heilsaðu uppá Borgmeistaran Jógvan Skorheim, har tey stolt vísti teirra heiðurstekin og steyp fram fyri honum. Øll vóru ikki við, fleiri eru í summarferiu og Alvi Hjelm svimur í Danmark. Jógvan Skorheim helt ein stutta røðu og var hann errin av okkara svimjarum og ynsktu teimum alt tað besta í framtíðini. Ægir hevur havt eitt sera gott svimjuár, har vit vunnu JM og MU 2016-2017. Her kann leggjast afturat, at Rebekka, Rókur og Marius vunnu 18 gull í part og tað má vera met. Ægir eigur nú ársins svimjara hjá kvinnum, sum gjørist Signhild Joensen og ársins stjørnuskot hjá gentum, sum gjørdist Rebekka Trygvadóttir. Eisini kláraði Signhild Joensen og Rókur Trygvason seg sera væl í Danish Open, har Signhild Joensen kláraði kravtíðina til HM í Budapest og haldi eg, at Signhild Joensen er fyrsta kvinnan í Føroyum, sum hevur klára kravtíðina til HM, sum er einastandandi. Signhild Joensen hevur eisini fingið gull við stjørnu og tað er tað hægsta tú kanst klára sum svimjari í Føroyum. Nú Oyggjaleikirnir hava verið í Gotlandi, var Ægir umboða av heili 5 svimjarum og teimum 11, sum Føroyar luttók við og tað sigur nakað um menningina sum Ægir er farin ígjøgnum við venjarnum J Jamie Arro. Rannvá Sigfríðsdóttir forkvinna í Ægir skal hava rós fyri hennara ótrúðliga arbeiðið at fáa Ægir uppá hægstu tindarnar, har hon ótroyttulig stendur fyri næstan øllum í felagnum og stuðlar øllum, fyri at svimjarnir í felagnum skulu blíva enn betur. Fantastiska flott klára av okkara svimjarum og er Ægir eftir stutta tíð við J Jamie Arro við róðrið blivi eitt av fremstu svimjifeløgunum í Føroyum. Nú er at vóna at Ægir fær fleiri stuðlar, tí eitt so stórt felag við so nógvum talentum krevur nógvar pening fyri at halda seg í toppinum. Vit hava nógvar góðar stuðlar og stuðlarnir fáa nógv fyri pengarnar, teir seta í felagið og hevur nakar hug at stuðla, so er bara at kontakta Rannvu Sigfríðsdóttir. Ægir tit eru bara best og gleði eg meg til kappingarárið 2017-2018. SáH Fípan og Sílið fylgdist inneftir, men tá ið 200 metrar vóru eftir setti Fípan Fagra sílið uppá pláss og tað endaði við at Fípan vann sikkurt við einari bátslongd frammanfyri Sílið. Tíðirnar vóru hesar. Fípan Fagra 5:10.16, nummar tvey Sílið 5:12.21 og nummar trý Teistin 5:16.16. Fípan hevur vunnið allar sínar róðrar í ár, sera flott klára og stórt tillukku Fípan Fagra. Her sæst róðurin hjá 5 mannafør hjá dreingjum í KVF, klikk her: "Video: Varmakeldan 2017, 5mf dreingir" Støðan er hendan: Nr. 1 Fípan Fagra 28 stig Nr. 2 Sílið 24 stig Nr. 3 Royndin Fríða 17 stig. SáH Tað var sera spennandi róður hjá 6 mannafør hjá monnum. Hvessingurin legði seg á odda, tá ið teir komu inn ímóti Havsbrún og tað sá leingi út til at Hvessingurin fór at vinna, men við einum øgiligum endaspurti, bert 75 metrar frá málinum, eydnaðist tað Sundabátinum at vinna við bert 0.16 sekundum, tíðin var 4:54.26, Hvessingurin gjørdist nummar tvey við tíðini 4:54.42 og nummar trý Hósvíkingur við tíðini 5:05.16. Stórt tillukku Sundamenn. Her sæst róðurin hjá 6 mannafør hjá monnum í KVF, klikk her: "Video: Varmakelda 2017, 6mf menn" Støðan er nú hendan: Nr. 1. Sundabáturin 26 stig. Nr. 2. Hvessingur 26 stig. Nr. 3. Hósvíkingur 18 stk. SáH Klaksvíkingurin legði seg á odda frá startinum av og legði seg ein skut frammanfyri Ormin Langa og hendan støðan helt sær allan vegin inn til málið og í endaspurtinum økti Klaksvíkingurin og vann sikkurt við tíðini 4:33.29, Ormurin Langi hevði tíðina 4:34.49 og Drekin Reyði hevði 4:35.47. Nummar fýra og aftast gjørdist Havnabáturin við tíðini 4:39.03. Sera flott klára av Klaksvíkinginum, tí maðurin á lærinum Magnus Michaelsen endaði á landssjúkrahúsinum mikukvøldið, tá ið hann hevði ovtikið seg á Hósvíkarstevnuni og nú bert tríggjar dagar aftaná megna teir at vinna við einum øgiligum endaspurti. Her síggja tit róðurin á Varmakeldu hjá KVF, klikk her: "10 mannafør menn Varmakelda" Klaksvíkingurin hevur nú vunnið allar sínar róðrar í ár og hevur fult stigatal. Støðan er hendan: Nr. 1 Klaksvíkingur 28 stig Nr. 2 Ormurin Langi 22 stig Nr. 3 Drekin Reyðin 22 stig Nr. 4 Havnabáturin 16 stig SáH |
Greinar
September 2024
Categories |