Nógvar spennandi innleiðandi kappingar í morgun á ársins FM á langgeil í høllini í Gundadali.
Her á myndini eitt eggjandi orð til liðið hjá Johan Martin 💪
Go Ægir 💛💛🏊♂️🏊♂️
Kelda: tekstur og myndir, Ægir Klaksvík
SáH
Norðoya Portalurin
FML. Síðsti dagur. Nú koyra vit á á triðja degi. Nógvar spennandi innleiðandi kappingar í morgun á ársins FM á langgeil í høllini í Gundadali. Her á myndini eitt eggjandi orð til liðið hjá Johan Martin 💪 Go Ægir 💛💛🏊♂️🏊♂️ Kelda: tekstur og myndir, Ægir Klaksvík SáH FML. 2xDurita, 2xLea og gull 4x100 frí. Ægir genturnar vunnu gull í 4x100 frí stafettini fyri eldru juniorarnar við tíðini 4:50,93. Til lukku 🤩 Go Ægir 🏊♂️💛🏊♂️💛🏊♂️ Kelda: Tekstur og myndir, Ægir Klaksvík SáH FML: juniormet og gull í 4x100 frí til Ægir dreingirnar: Fróða, Brnjamin, Líggjas og Bárð við tíðini 4:09,22. Til lukku 🤩 Go Ægir 💛🏊♂️💛🏊♂️ Kelda: Tekstur og myndir, Ægir Klaksvík SáH FML 2026, Ægir setti øll upp á pláss og gjørdist klárt besta svimjifelag í Føroyum, stórt tillukku7/6/2026 FML. Ægir flest gull. Alt fær ein enda. Eisini FM á langgeil 2026. Triði dagur og sætti partur er nú farin afturum. Nógv er svomið og ógvuliga nógv persónlig met, nógv heiðursmerki og har til føroysk met er sett. Ægir hevði nøkur lið met. Bæði junior og senior. Líggjas hevði besta persónliga úrslit mett í mun heimsmetið. Flest Aqua stig, sum sagt verður. Eitt gott FM har Ægir vann flest gull í FM kappingini. Vit hava tí vunnið FM 💪 Heiðursmerkja listin FM 2026: Nr 1 Ægir 25 gull 13 silvur og 9 bronsu Nr 2 Havnar Svimjifelag 12 gull 9 silvur og 10 bronsu Nr 3 Suðuroyar Svimjifelag 1 gull 13 silvur og 8 bronsu Nr 4 Fuglafjarðar Svimjifelag 1 gull 4 silvur og 10 bronsu Nr 5 Svimjifelagið Reysti 0 gull 0 silvur og 1 bronsu Norðoya Portalurin ynskir Ægir stórt tillukku við stóra bragdinum at gerast klárt besta svimjifelag í Føroyum á FML 2026. Heili 11 gullheiðursmerkir fleiri enn Havnar Svimjifelag og 24 fleiri ein stórfelagið í suðri, tað man sigast at vera sera flott klára og eiga venjarnir eitt stórt rós uppiborið og so sjálvandi nevndin eisini. Kelda: Tekstur og myndir, Ægir Klaksvík Niðanfyri myndir frá FML 2026 og fleiri myndir á Facebook síðuni hjá Ægir, klikk er "Ægir Klaksvík". SáH Føroyska liðið: Rani Ákason, Filip Ilic, Tóki í Haraldstovu, Bjarni Joensen, Thorvald Danielsen, Tórður G. Højsted, Hákun Heinason, Silas Poulsen, Vuk Ilic, Elias Ellingsgaard, Hákun Nón og Hjørtur Joensen. SCA-kappingin, finala: San Marino – Føroyar 1-3 (25-22, 22-25, 17-25, 19-25) Føroyska flogbóltslandsliðið við monnum vann í dag gull, eftir at hava vunnið 3-1 á á San Marino í finaluni í SCA-kappingini, sum hevur verið í Norðurírlandi um vikuskiftið. Støðan var 22-22 í fyrsta setti, tá føroyska servan brast í netið, og næstu tveir bóltarnar vann San Marino eisini, og harvið settið 25-22. Føroyar svaraðu tó aftur og vunnu annað sett 25-22. Eitt skifti í fyrra helmingi av triðja setti var San Marino á odda við fýra stigum, men Føroyar javnaðu til 9-9 og fóru framum og drógu frá og vunnu settið 25-17. Leingi gekk javnt á í fjórða settinum, men við støðuna 17-17 fóru Føroyar undan og vunnu í síðsta enda trygt 25-19. Eftir tvey silvur og eina bronsu fyrr er hetta fyrstu ferð Føroyar hava vunnið SCA-kappingina. Liðformaðurin Thorvald Danielsen varð valdur til besta hevara í kappingini og Silas Poulsen var valdur til besta libero. Endaliga støðan í kappingini: Nr. 1 Føroyar Nr. 2 San Marino Nr. 3 Skotland Nr. 4 Norðurírland Nr. 5 Liktinstein Nr. 6 Írland Føroyska liðið: Rani Ákason, Filip Ilic, Tóki í Haraldstovu, Bjarni Joensen, Thorvald Danielsen, Tórður G. Højsted, Hákun Heinason, Silas Poulsen, Vuk Ilic, Elias Ellingsgaard, Hákun Nón og Hjørtur Joensen. Høvuðsvenjarin er Boban Ilic. Hjálparvenjari er Oleksandr Dmytriiev, og hjálparvenjari og hagfrøðingur er Andreas Reinert Zachau. Jónley Poulsen er ferðaleiðari. Flogbóltsamband Føroya 2. dagur longu skotin í gongd. Vit byrja við innleiðandi í 400 frí og halda so áfram við hesum kappingunum: 50m firvald kvinnur 50m firvald menn 100m rygg kvinnur 100m rygg menn 4x100 blandað mix 100m bringa kvinnur 100m bringa menn 100m frí kvinnur 100m frí menn 400m blandað kvinnur 400m blandað menn 4x200m frí kvinnur 4x200m frí menn Koyrá Ægir Kelda og myndir: Ægir Klaksvík SáH FML. Føroyskt met til Ægir, og enn flest gullheiðursmerki nú 2. dagur er liðugur. Í 4x200 frí hjá monnum settu Ægir dreingirnir, Tórir, Heini, Fróði og Líggjas senoirmet við tíðini 7:56,18 í kvøld. Ægir átti metið frammanundan, sum varð sett í apríl (8:01,44) Og Ægir megnaði at halda leiðsluna í samlaðu kappingini um gullheiðursmerki nú ársins 2. dagur er farin afturum. 8 gull løgdust afturat til Ægir. Samlaða FM støðan er nú 2. dagur er svomin: Ægir 20 gull HS 9 gull Susvim 1 gull Úrslit á swimify. Go Ægir Kelda: Tekstur og myndir, Ægir Klaksvík SáH Stórt juniormet til Ægir á FML og vóru okkara dreingir 1 min. og 49 sekund frammanfyri Havnar Svimjifelag Dreingirnir hjá Ægir, Líggjas, Bárður, Tórir og Fróði settu í morgun stórt Føroyskt juniormet í 4x200 frí í morgun við tíðini 8:03,08. Gamla metið var 8:12,20 (HS 2024) Í apríl, á Swim Open Tórshavn, settu hesir somu dreingirnir, har tó Heini svam í staðin fyri Líggjas, Føroyskt met við tíðini 8:01,48. Komið við og heppi á Ægir í kvøld. Kappingin byrjar kl. 17 og nógvar spennandi finalur eru á skránni. Go Ægir Kelda og myndir: Ægir Klaksvík SáH Met: Skjótt fór fyrsti dagurin afturum á FML og nógv góð ægir úrslit eru í posanum. Serliga eitt skarar frammum hini: nýtt føroyskt met í 4x100 mix. Nýggja metið settu Heini, Líggjas, Lea O og Jóhanna við tíðini 3:50,32. Gamla metið var 3:53,85. Ægir átti eisini tað metið. Annars kunnu vit nevna, at í samlaða stríðnum um gullheiðursmerki liggja vit í Ægir greitt á odda. Í FM sær býtið soleiðis út, higartil: Ægir 12 gull 💪🏊🏊💛 HS 3 gull Susvim 0 gull FS 0 gull Reysti 0 gull Vit gleða okkum longu til næstu dagarnar. Go go Ægir Kelda og myndir: Ægir Klaksvík SáH |
Greinar
June 2026
Categories |