Hví tað er vita vit ikki, men Norðoya Portalurin fer at fylgja manningum hjá Klaksvíkar Róðrafelag ídag og vit ynskja teimum góða eydnu.
SáH
Norðoya Portalurin
Klokkan er 15.10 og enn er róðurin á Sundalagsstevnu ikki settur ígongd enn. Hví tað er vita vit ikki, men Norðoya Portalurin fer at fylgja manningum hjá Klaksvíkar Róðrafelag ídag og vit ynskja teimum góða eydnu. SáH Vit á Norðoya Portali eru ikki í iva um dystin, sum KÍ skal spæla sunnudagin. Dysturn er ímóti Víkingi og sjálvt um tað eisini hevur gingið væl hjá Víkingi, so ivast vit ikki eina løtu í, at KÍ fer avstað við sigrinum sunnudagin. Hvat heldur tú ..? Vit á Norðoya Portali tippa, at KÍ vinnur ein sannførandi sigur uppá 3 - 0. JáH (y) 09.06.2016 Muhammad Ali doyði ígjár, 74 ára gamal. Ali stríddist við Parkinson sjúku í heili 32 ár, men ígjár orkaði boksilegendan ikki at berjast meira. Muhammad Ali varð skýrdur at vera heimsins besti boksari og eitt nú kendir at siga: Float like a Butterfly, sting like Bee (umsett: Sveima sum ein Summarfuglur, sting sum ein bi). Hann slóð ígjøgnum verðina runt, tá ið hann vann í tungvekt undir OL í Rom í 1960. Sama ár bleiv hann professiónellir, og í 1964 bleiv hann heimsmeistari í tungvekt, einans 22 ára gamal. Muhammad Ali bleiv eisini kendir, tá ið hann noktaði at luttaka í Vietnam kríggjinum, tí sum hann sjálvur segði tað, so vildi hann ikki luttaka í einum kríggji, har bumbað bleiv eitt fátækt land og ongin í tí landinum hevði annars nakrantíð kallað hann fyri ein "nigger"* JáH (y) 04.06.2016 * Nekari meint rasistiskt. |
Greinar
March 2024
Categories |