Mjølnir legði seg á odda bæði 1-0 og 2-1, men so svaraði ÍF aftur og vunnu teir bæði 3 sett og javnbrótaran.
ÍF vildu tað meira enn Mjølnir í dag og í avgerandi løtunum tók Mjølnir uppgávurnar ov lætt, tí tapti teir.
Mjølnir liggur á odda í landskappingini við 20 stigum við 8 leiktum dystum, nummar 2 er SÍ við 16 stigum og nummar trý er ÍF eisini við 16 stigum, men hesi bæði liðini hava leikt 9 dystir.
Mikudagin kemur Ternan á vitjan og tá skulu vit helst vinna við 3-0.
Mjølnir-ÍF 2-3 (25-16, 20-25, 25-19, 22-25, 14-16)
Gongdin í javnbrótaranum:
Mjølnir-ÍF: 0-1, 1-1, 1-2, 1-3, 2-3, 3-3, 4-3, 4-4, 5-4, 5-5, 6-5, 6-6, 7-6, 7-7, 8-7, 8-8, 9-8, 9-9, 10-9, 10-10, 11-10, 11-11, 12-11, 12-12, 12-13, 13-13, 13-14, 14-14, 14-15, 14-16
Her myndir frá dystinum í dag.
SáH