Løgmaður handaði henni eitt skjal til minnis um stóra avrikið leygarkvøldið.
Løgmansskrivstovan
SáH
Norðoya Portalurin
Seinnapartin í dag hevur Sarah Mahfoud, nýklakti heimsmeistarin í nevaleiki, verið á vitjan hjá løgmanni í Tinganes. Løgmaður handaði henni eitt skjal til minnis um stóra avrikið leygarkvøldið. Løgmansskrivstovan SáH Lýsing Føroya Bjór
Flogbóltur: Síðan steypakappingin var endurstovnað um aldarskiftið, hevur stóri steypafinalan havt sera stóran týdning fyri feløgini kring landið. Fokusið og heiðurin sjálvur, at spæla í einari so týdningarmiklari finalu, hevur stóran týdning fyri feløgini, sum tí leggja alla orku í fyri at røkka finaluni. Tí er flogbóltsdagurin í Klaksvík í dag so týdningarmikil fyri liðini sum luttaka Tað var eitt stórt stig fyri føroyskan flogbólt, tá steypakappingin aftur varð sett á skrá fyrsta árið í hesum túsundáraskeiðnum. Fyri nógvum árum síðan var ein steypakapping, men hon var avgreidd eitt vikuskiftið, í Havn, og karmarnir vóru ikki serliga stórslignir. Tí kom tað í grundini ikki óvart á, at gamla steypakappingin varð løgd til viks, millum annað tí ítróttarliga virðið í kappingini var heldur so sum so. Men sum árini gingu gjørdist greitt, at steypakappingin manglaði í føroyska flogbóltskalendaranum. Um aldarskiftið varð tí farið í holt við at endurstovnað steypakappingina, hesaferð tó sum eina sjálvstøðuga finalu, ein serligan dag. Kappingin er broytt við tíðini so hon í dag er skipað soleiðis, at tað er ein hálvfinaludagur, har finaluliðinivera funnin. Tann dagurin er í dag. Í snotuligu Badmintonhøllini í Klaksvík. Gamli flogbóltsbýurin Tað er í grundini einki at siga til, at Badmintonhøllin í Klaksvík er karmur um hálvfinalurnar í steypakappingini. Eitt er, at Klaksvík er næst størsti býur í landinum, eitt annað er, at Klaksvík líka síðan Flogbóltssamband Føroya varð stovnað í 1980 hevur verið eitt av teimum týdningarmiklastuflogbóltsplássunum í landinum. Blaðið bara ígjøgnum hagtølini yvir, hvørji lið hava vunnið meistaraheitið; har sæst, hvussu virkið Mjølnir hevur verið sum felag. Hyggið so eftir nøvnum á teimum leikarunum, sum hava verið á landsliðunum; eisini har eigur Mjølnir ein stóran part. Klaksvík, bæði býurin og fólkið, hava altíð stuðla flogbóltinum væl, og hava altíð syrgt fyri, at umstøðurnar eru so góðar sum tær kunnu vera. Og við nýggju høllini í býnum eru tær í topp og øgiliga væl egnaðar til ein slíkan dag sum í dag. Karmarnir nógv at siga Hjá ítróttarfólki er týdningarmikið at hava frið um tað, sum tey takast við. Tey ynskja at kunna brúka sína orku uppá tað, sum tað snýr seg um, nevniliga sjálvan dystin. Tað kunnu tey, tá tey koma til Klaksvíkar, tí tey vita, at fyriskiparar - og sjálvandi eisini myndugleikar - hava gjørt alt, sum stendur í teirra makt, fyri at alt skal rigga so væl, sum tað yvirhøvur kann. Flogbóltssamband Føroya er eisini sera væl nøgt við umstøðurnar, hjálpsemi og tað ýdni, sum klaksvíkingar, og norðoyingar sum heild, leggja í stóra hálvfinaludagin í morgin. Møtið fjølment Eitt annað, sum hevur sermerkt klaksvíkingar fram um mong onnur er, at tey møta serliga væl upp, tá dystur er á skrá. Soleiðis hava mong mótstøðulið merkt, hvussu strævið tað kann vera, at spæla ímóti Mjølnir á heimavølli. Men tað merkir ikki, at tey bara møta upp, tá teirra egnu spæla. Eru stórar kappingar á skránni, so eru altíð nógv fólk í høllini. Og tað er júst soleiðis tað skal vera. Og tað er júst tí FBF er so fegið um at kunna skipa fyri einum slíkum hálvfinaludegi í Klaksvík í dag. Vit vóna øll, at tit møta fjølment til dystirnar, og gera dagin hugnaligan fyri leikarar, leiðarar og áskoðarar. Góðan flogbóltsdag, øll somul. Skráin fyri dagin er henda: Klokkan 13.00: Mjølnir - KÍF (kvinnur) Klokkan 15.00: SÍ - Dráttur (kvinnur) Klokkan 17.00: Fleyr - SÍ (menn) Klokkan 19.00: Mjølnir - ÍF (menn) Allir dystirnir vera stroymdir á kvf.fo og útvarpaðir á FM 1. VH FBF Lýsing Maverick Barr
Flogbóltur, kvinnur: Seinna hálvfinalan í steypakappingini hjá kvinnunum, sum verður í Klaksvík leygardagin klokkan 15, verður eisini eitt stríð um Vágar. Sørvingar ruddaðu borðið í sínari innleiðandi pulju og skulu nú spæla ímóti kappingarneytunum á Giljanesi, sum liggur nummar tvey í landskappingini Landskappingini er nakað fyri seg. Hon er eitt longri tørn, samanborið við steypakappingina, har bara ein dystur, ella tveir avgera alt. Tað krevur meira yvir eitt longri tíðarskeið, tá eitt lið skal gerast føroyameistari, tí tað eru so nógvir dystir á skránni. Í so máta er steypakappingin kanska eitt sindur stuttligari, tí tað stendur meira upp á spæl. Við nýggju skipaini spæla steypakappingina eftir, er tað blivið so, at liðini bara spæla tann eina dystin móti hvørjum øðrum, og tað vil í øgiliga stuttum siga, at vegurin til steyp og heiður gerst munandi styttri. Tað eru tvey lið, sum hava klárað seg væl seinastu mongu árini. Serlig dimensjón SÍ hevur í nógv ár verið eitt av teimum heilt stóru feløgunum í landinum, og tað sæst aftur, tá hugt verður eftir listanum yvir, hvørji lið gjøgnum tíðirnar hava vunnið steypakappingina, bæði hjá teimum eldru, og ikki minst hjá teimum yngru. Hetta seinasta skal gjarna kasta av sær aftur yvir tíð, og kanska er tað akkurát hetta, sum er við at koma til sjóndar nú, tí SÍ er tað einasta felagið í ár, sum hevur vunnið ein landskappingardyst móti Mjølnir. Og akkurát tað kann vera orsøkin til, at SÍ fer at knógva Drátti og spælir seg í finaluna. Ikki tí, Dráttur er eisini eitt sterkt lið. Tað vísir stigatalvan í steypakappingina, og tað vísir stigatalvan í landskappingini eisini. Tað, sum tó er greitt er kortini, at hetta stríðið hevur eina serliga dimensjón við tað, at tað eru tvey lið úr somu oyggj, sum skulu kappast um finaluplássið. Hálvfinalurnar í steypakappingini verða spældar soleiðis leygardagin 8. februar 2020 í Badmintonhøllini í Klaksvík: KVINNUR Kl. 13.00 MJØLNIR – KÍF Kl. 15.00 SÍ – DRÁTTUR MENN Kl. 17.00 FLEYR – SÍ Kl. 19.00 MJØLNIR – ÍF Lýsing Amarant
Elsebeth Vilhelm nýggj forkvinnu og nýggur høvuðsvenjarin er Petur Heðin á Fløtti Tann 4. feburar hevði Ægir aðalfund. Forkvinnan Rannvá Sigfríðsdóttur, sum hevur verið forkvinna síðani 28. november 2016 ynski ikki afturval og í hennara stað kom Elsebeth Vilhelm. Nevndin í Ægir er hendan: Elsebeth Vilhelm, forkvinna Per Johannesen, næstformaður Sølva Petersen, skrivari Símun Michael Sørensen, kassameistari Danny Osbjerg Højsted, nevndarlimur Eykalimur Linda Kjærbæk Hansen Høvuðsvenjari er eisini skiftir út Beint eftir jól bleiv høvuðsvenjarin eisini skiftir út og í hansara stað er komin Petur Heðin á Fløtti frá Tórshavn. Dr. Juan Jamie Arroyo Toledo Arro hevur verið venjari fyri Ægir síðani 15.07.2015 og hevur roynst Ægir serstakliga gott. Hann fekk Ægir á fyrsta pláss, tað fyrsta árið hann var venjari og hevur Ægir verið eitt av liðunum, sum hevur ligið í toppinum hvørt ár, síðani Jamie kom til landi. Í løtuni hava vit besta svimjaran hjá kvinnum í Føroyum Signhild Joensen og skjótasta svimjara nakrantíð í søguni hjá svimjingini í Føroyum, nevnliga Rókur Trygvason. Jamie Arroyo var eisini fyrsti útlendski venjarin Ægir nakrantíð hevur havt tey 45 árini í søgu felagsins og sum gamal svimjari, so havi eg ongantíð uppliva ein so góðan venjara. Vil takka Jamie Arroyo fyri megnar gott arbeiðið, saknur verður í tær. Eisini vil eg takka Rannvu Sigfríðsdóttur fyri sera gott arbeiðið fyri Ægir. Kundi skriva nógv um Rannvu, men hon kann lýsast við hesum orðinum, “ein fyrimynd fyri okkum øll innan hennara arbeiðið og stríðsvilja fyri okkum øll í Ægir” og til endast vil eg eisini takka fyri mína tíð í Ægir og ynskja Ægir alt tað besta í framtíðini. Rokni við at eg komi at taka onkrar myndir av Føroya besta felag og Føroya bestu svimjarum. Góða eydnu øll somul og koyr á Ægir. SáH Her nakrar myndir og greinar um seinastu nevndirnar og venjarnar. https://www.nordportal.net/iacutetrottur/aegir-fingi-utlendskan-venjara-fyri-fyrstu-fer-i-sgu-felagsins
https://www.nordportal.net/iacutetrottur/petur-hein-sagt-aegir-farvael https://www.nordportal.net/iacutetrottur/svimjifelagi-aegir-nyggja-nevnd https://www.nordportal.net/iacutetrottur/petur-hein-a-fltti-hvusvenjari-hja-aegir https://www.nordportal.net/iacutetrottur/rannva-sigfrisdottir-nyggj-forkvinna-i-aegir Flogbóltur, kvinnur: Tað eru nummar eitt og trý í landskappingini hjá kvinnum, sum hittast í fyrru semifinaluni í steypakappingini hjá kvinnum, og sjálvt um tað er longri síðan Mjølnir var í finaluni enn KÍF, so eru klaksvíkskvinnur favorittar til sigurin Tað er bara tann eini dysturin, og tí kann alt henda. Men heilt so einfalt er tað tó neyvan, tá Mjølnir og KÍF byrja røðina av semifinalum í Badmintonhøllini í Klaksvík seinnapartin leygardag. Dysturin millum Mjølnir og KÍF byrjar klokkan eitt, og tað sum stendur upp á spæl, er eitt pláss í sjálvari finaluni, sum verður í Høllini á Hálsi leygardagin 22. februar. Mjølnir hevur í ár prógvað, at tær hava fingið fótin fyri seg, og í landskappingini hava tær fingið góða byrjan. Liðið liggur nevniliga á odda í landskappingini við 19 stigum fyri átta dystir. Mjølnir Klaksvíkskvinnur hava altíð verið stinnar í flogbólti, men seinastu árini hava tær ligið heldur tungt í sjónum, tí sterkaru leikararnir eru farnir burturav, uttan at líka sterkir leikarar eru komnir inn í staðin. Nú eru fleiri av teimum eldru leikararnir komnir aftur, við góðari ítróttarligari barlast úr t.d. Danmark, men harumframt hevur Mjølnir fingið styrk uttaneftir. Og hetta sæst á spælinum. Bara tapt ein dyst Eitt er, at Mjølnir bara hevur tapt ein dyst í landskappingini í ár, eitt annað er, at liðið í steypakappingini hevur ruddað borðið. Og tað hevur Mjølnir gjørt í einum bólki, sum var rættiliga sterkur. Umframt Mjølnir vóru eisini Dráttur og Fleyr, sum vann føroyameistaraheitið í fjør, í bólkinum, og tað endaði við, at Mjølnir vann sínar dystir, og endaði ovast, meðan Fleyr, sum í fjør eisini var í steypafinaluni, stóð eftir við ongum. KÍF Leygardagin er tað so KÍF, sum stendur fyri tørni, og spurningurin er so, hvussu reyða liðið úr Kollafirði fer at klára seg. KÍF hevur hesi seinnu árini klárað seg rættiliga væl í landskappingini og í steypakappingini, um enn tað ikki hevur sæst so nógv eftir í steypum og gullmerkjum. Tí er fyrra semifinalan nokk ikki avgjørd, um enn heimaliðið er favroittur til sigurin. Kollfirðingar hava gott fólk, men tað sum spurningurin er í samband við fyrru hálvfinaluna er, um tær á útivølli klára at halda eitt nóg støðugt trýst, so tær klára at taka Mjølnir á bóli. Tað er tann brennandi spurningurin, men her er tað serliga eitt, sum ger seg galdandi. Tað er, at talan er um eina hálvfinalu, har steypafinalan blunkar frammanfyri leikarunum. Akkurát tað er rættiliga spennandi, og tí kann væl vera, at tað gerst ein spurningur um, hvør er sterkastur og hvør hevur bestu nervarnar. Kelda: Flogbóltsamband Føroya SáH Lýsing VARP.dk
Hetta er næstu venjingardysturin hjá KÍ á heimavølli í ár. Tann fyrsti var ímóti HB og endaði tann dysturin 3-3. Í kvøld kemur ÍF á vitjan og tann dysturin byrjar kl. 18:00. Maverick Barr letur upp kl. 17:00 og fara vit at hita upp til dystin. Eftir dystin fara vit at hyggja eftir FA dystinum Tottenham – Southampton og tann dysturin byrjar klokkan 19:45. So eitt ordiligt fótbóltskvøld í Maverick Barr. SáH Her myndir frá dystinum KÍ-HB: Lýsing Maverick Barr
|
Greinar
March 2024
Categories |