So eru fyrstu riðlar avgreiddir í Upplands Väsby, og flestu føroyingar hava roynt seg. Tíðirnar hava verið eitt sindur varnar; men tað varð tó til ikki so fá pláss í finalunum, sum verða nú seinnapartin.
Føroyingar í finalu, seinnapartin:
Emma Festirstein Nyström 2:08.13 í 200 frí (nummar 8)
Ásbjørg Hjelm 1:16.69 í 100 bringu (nummar 8)
Signhild Joensen 1:05.51 í 100 rygg (nummar 6)
Marius Ihlen Gardshodn 1:01.16 í 100 rygg (nummar 8)
Eyðbjørn Joensen 25.53 í 50 firvald
Ásbjørg Hjelm 2:30.23 í 200 blandað ( nummar 8)
Alvi Hjelm 15:27.71 í 1500 frí (nummar 3)
Hartil skulu junior-genturnar royna seg í 4x100 frí
Bestu vónir eru til Alva Hjelm úr Ægir, sum hevur 3. bestu tilmeldingartíð í 1500 frí.
Róland Toftum (SuSvim) setti persónligt met í 100 bringu (1:08.65) og Barbara Debes (FLOT) í 50 firvald (31.66), meðan Maria Antoft (HS), Signhild Joensen (Ægir), Victoria Wigant Eysturdal (Ægir) og Eyðbjørn Joensen (HS) vóru nær við í sínum greinum (Maria 01:08.67 í 100 rygg, Signhild 1:05.51 í 100 rygg, Victoria 2:08.32 í 200 frí, Eyðbjørn 25.53 í 50 firvald).
Finalurnar byrja kl 17:00 Upplands Väsby tíð, sum er kl 16:00 her í Føroyum. Til ber at síggja finalurnar beinleiðis, klikk her: Live NJM/NM 2014
Kelda: svimjing.com