
Ein maður hevði ringt til Oluffu, nú hann ruddaði ein virkisbygning á Rituvíkarhálsi. Ímillum mangt og hvat lá eitt steyp: Vestanstevna 1987. Steypið vann Páll Fangi úr Klaksvík.
Aftaná 38 ár í útlegd fær steypið nú pláss millum hini vunnin steypini í neystinum. Páll Fangi kvinnur vórðu føroyameistarar í 1986, 1987, 1989 og 1990. Steypið sær heldur viðtikið út, so ivaleyst hoyrir onkur stuttlig søga til burturvilsta steypið🤩
„Vit plagdu at hava morgunvenjingar. Hetta vóru vit vanar við frá svimjingini. Helst hevur tað givið úrslit. Og so høvdu vit Sólbjørn. Sólbjørn stimaði við okkum til venjingar og legði okkum lag á úti á vágni.
Also, also hetta var ein deilig tíð“.
Stóra tøkk, Oluffa♥️
Myndir og tekstir: Klaksvíkar Róðrarfelag
Klaksvíkar Róðrarfelag