Barbara Debes legði út og svam hon sera skjótt, 58.86, Jana Thomsen svam nr. tvey, eisini sera skjót, 57.88, Rebekka Trygvadóttir, sum er árgangur 2004 svam nr. trý, eina sera flotta svimjing, 1:00.82 og Signhild Joensen endaði við einum ordiligum brakið, 57.30, sum gav Bónus, Stórt Føroyskt met, nú vit hava Bónus um stuðul :)
Ægir kvinnurar vunnu stórt, heili 5 sekund frammanfyri Havnar Svimjifelag og hetta bjargaði fyrsta dagin hjá Ægir í FM á stuttgeil í Tórshavn.
Sera flott kvinnur og stórt tillukku.
SáH