Veitlsan var í Skálanum og hon helt á til kl. 04.00 um morgunin.
Nógvar røður vóru og var maturin sera góðir. Forrætturin var laksur frá Bakkafrost, høvuðsrætturin var oksakjøt og so høvdu mammurnar gjørt triflu og kákur. Vigdis Eysturdal kom við tveimum kakum, sum hon hevði pinta við Ægir 40 ár og sigast skal, at hon smakkaði avbera væl.
Heiðurslimur bleiv Carsten Wigant Andersen, sum hevur staðið fyri allir ungdómsvenjingini hjá Ægir í meira enn 15 ár út í eitt. Eisini hevur hann staðið fyri ferðingini hjá felagnum, tá kappingar hava verið aðrastaðni í Føroyum, verið hjálparfólk til hvørja kapping í Klaksvík og runt landi. Hann fekk eina heiðursplátu og eina stóra kurv við øllum lekrum frá Føroya Keypssamtøku, sum stjórin Jan Gardar hevði gjørt. Eisini fekk konan Herbjørg Eysturdag blomstir, hon hevur verið Carsten ein hollir stuðil ígjøgnum øll árini. Øll reistist og gjørdist Carsten eitt sindur rørdur, tá ið øll rópti eitt trý fall HURRÁ fyri teimum báðum.
Nógv er at skriva um, men eg haldi eg farið at lata myndirnar tala fyri seg, sjá niðanfyri.