Tað er jú tað, sum er innaní, sum hevur týdning. Fyrst og fremst hjartað. Hin vísi Sálomon, sum eisini var politikkari, nakað væl størri og mætari enn nakar her á okkara leiðum, segði tað so sláandi beinrakið:
"Framum alt, ið verður varðveitt, varða títt hjarta, tí at har er tað, at lívið sprettur upp."
Hjartað er tað týdningarmesta. Men so er tað eisini heilin. Og sinnið. Tey hava eisini týdning framum tað ytra og sjónliga.
Eftir 20 ár í politikki tori eg at siga, at eg eri útlærdur. Og hóast tað er kveikjandi, at ung fólk bjóða seg fram, eru royndir og lærdómur ikki at forsmáa. Serliga tá hugsað verður um, at í politiska umhvørvinum skal nakað væl til av knúgvafeitti at standa seg í ymsu orrustunum.
Vónandi fær Skálafjørðurin ein fólkafloksmann á Ting hesuferð.
Bill Justinussen
Fólkaflokkurin
RSS Feed