✨Undanfarin ættarlið hava bygt okkum eitt vælferðarsamfelag, sum er gott, frælst og trygt at liva í.
🇫🇴Vit eru fá í Føroyum sammett við stóru verð, og tí skulu ikki serliga stórar broytingar henda í fólkasamansetingini, áðrenn vit byrja at merkja og síggja tær.
😓Og tað bendir á, at vit síggja tær í ymsum skipanum í samfelagnum. Eitt nú í fólkaskúlanum, á barnaansingarøkinum og tíverri eisini í arbeiðinum hjá barnaverndunum í landinum.
❗️Samstundis tykist vitanin um vavið og veruligu ávirkanina av tilflytingini til Føroya framvegis at vera ov lítil. Tískil hevur Løgtingið brúk fyri greiðum tølum og svarum um tilflytingina, soleiðis vit kunnu leggja ein ábyrgdarfullan útlendingapolitikk.
💚Ein politikk, sum hevur til endamáls at tryggja komandi ættarliðum eitt gott, trygt og frælst vælferðarsamfelag.
⁉️Spurningurin er, um vit eiga at umhugsa at broyta mannagongdir og seta størri krøv, harðari treytir og betra um eftirlitið, tá tað um útlendska arbeiðsmegi og tilflytarar ræður.
👇Fyri at fáa meira greiða á hesum økinum, hevur Bárður á Lakjuni sett Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, tveir fyrispurningar um evnið.
➡️Les meira her: https://folkaflokkurin.fo/.../vit-mugu-styrkja-eftirlitid...
Bárður á Lakjuni
Fólkaflokkurin
RSS Feed