
Hetta er fjórðu ferð, at Føroyar luttaka í altjóða PISA kanningini. Og aftur hesu ferð er framgongd í føroysku úrslitunum. Føroysku næmingarnir klára seg best í støddfrøði, størsta framgongdin er í lesing, og í náttúruvísindum hava vit avbjóðingar. Lítil munur er á gentum og dreingjum í støddfrøði og náttúruvísindum, og flestu føroysku næmingarnir liggja beint niðanfyri miðuna samanborið við miðal í OECD. Tað eru ikki nógvir næmingar í besta bólkinum, og samstundis so flyta alsamt fleiri næmingar seg úr veikasta bólkinum upp í bólk tvey og trý.
Les meira HER
Kelda: Løgtingið