Tað fyrsta málið verður skattamál, hetta stendur í samgonguskjalinum.
Skatta- og avgjaldspolitikkur
Skattaskipanin verður broytt, so hon verður meira arbeiðs- og búskaparliga vakstrarfremjandi. Gjørd verður ein ætlan, sum stigvíst lækkar skattin á arbeiði næstu árini. Málið er, at lønin ikki verður etin upp av harðari skatting, men at tað altíð skal loysa seg at arbeiða. Hetta er neyðugt fyri áhaldandi búskaparvøkstri og støðugum almennum tænastustøði.
Fann hesu tølini á heimasíðuni hjá Hagstovuni, sjá talvu herundir, men hon kann ikki brúkast til tað stóra, tí árini 2020 - 2021 eru ikki við í greiningini og tí kunnu vit ikki staðfesta at skattatrýsti er hækkandi ella lækkandi, nær nýggjastu tølini koma á heimasíðuna hjá teimum má Hagstovan svara fyri.
Hvat so við setninginum "Gjørd verður ein ætlan, sum stigvíst lækkar skattin á arbeiði næstu árini". Er hon gjørd?
Tað sær út sum at skattatrýstið er lækkandi og nú eru góð 2 ár eftir til at fáa skattatrýstið enn longur niður, tað átti samgongan megna.
Mín mál hevði verið at fingið skattatrýsti niður á 35 prosent, tað skuldi ikki ómøguligt at klára tey næstu árini.
Símun á Høvdanum