Vit royndu okkara besta, men í dag fall uppskotið, sum skuldi gera tað lættari at byggja fleiri leigubústaðir. Tað er ordiliga harmiligt.
🏘️Tí vit MUGU gera tað meira lokkandi at byggja fleiri bústaðir. Trotið er stórt. Tey flestu vilja eiga, men tey, sum ynskja at leiga, skulu hava meira at velja ímillum. Tað hevði hetta uppskotið birt upp undir...
Uppskotið fall í dag, ja. Men tað steðgar okkum ikki. Vit halda fram at arbeiða fyri at basa bústaðartrotinum í Føroyum. Samfelagið hevur brúk fyri loysnum, og tí koyra vit á.
Fólkaflokkurin


RSS Feed