- Eg kann ikki annað enn geva Henriki Old rætt í, at støðan er ikki nøktandi. Hetta er tíverri ikki fyrstu ferð, at útlendingar her á landi ikki hava lokið krøvini til arbeiðs- og upphaldsloyvi. Sum sjófarandi tjóð eiga vit at gera okkara til, at slíkar støður ikki endurtaka seg, sigur løgmaður.
Tað eru greiðar mannagongdir, ið verða fylgdar, tá ið útlendingar, sum ikki hava arbeiðs- og uppihaldsloyvið í lagi, skulu av landinum. Tað eru ríkismyndugleikarnir, ið varða av útlendingamálum, og tað eru eisini teir, ið handfara málini eftir galdandi reglum og mannagongdum.
Um útlendingurin ella arbeiðsgevarin í slíkum førum ikki rindar fyri ferðina og annað tílíkt, er tað danski staturin, sum tekur um endan. Staturin leggur síðani samsvarandi krav móti arbeiðsgevaranum, ið hevur fingið útlendingarnar hagar.
JáH (y) 12/03-14 (Løgmansskrivan)