
Grundin er kanska sera einkul og tað er tí, at ongin skemtari kemur at standa fyri døgurðanum næsta ár. Ístaðinfyri at ein skemtari stendur fyri døgurðanum, so verður tað hesaferð søgufrøðingurin og rithøvundurin Ron Chernow.
Mong er ikki so glað fyri, at tað ikki er ein skemtari, sum stendur fyri Fjølmiðla-døgurðanum, sum tað Hvíta Húsið stendur fyri. Tí á døgurðunum skal tað tolast, at ALT verður sagt um forsetan og hansara stýrið - tí talu/skrivifrælsi er ein týðandi boðskapur frá døgurðanum, sum plagar at vera um apríl mánað.
Men Chernow sigur í stuttum:
- Fjølmiðlafrælsi er ein týðandi partur - og tí er tað sikkurt hósandi hjá mær, at hyggja eitt sindur aftur eftir tí grunnleggjandi. Sjálvt um eg ongantíð havi verið sæddur til at vera ein Stand-Up komikari, so skal eg lova tykkum, at søgutímin hjá mær ikki fer at vera turrir.
* White House Correspondents Dinner
JáH (y) 21.11.2018