Langt av landi skotin síggi eg, at Høgni formaður er farin í verjustøðu fyri økiskvoturnar í Nýskipanaruppskotinum. Í einum frælsum landi hevur hann markleysan rætt til tað. Og eg havi sama rættin at hava eina øðrvísi meining um hetta sama, hóast vit eru floksfelagar.
Ongir hava sum vágamenn, vestmenningar, sandoyingar, vágbingar og tvørámenn gjørt sær dælt av møguleikanum, at fylla sær lummarnar tjokkfullar við Fólksins ogn hesi seinastu nógvu árini. Teir ganga lagghallir av fæi, klárir til at koma innaftur í nýskipanina hjá Hoydal og hansara dulnevndu spunasmiðum og myrku sveinum (ÁD, MJ og HAK - allir meira og minni miseydnaðir yvirhøvur og apostlar og ideologar hjá Pylsu-Pól (uttan anti-trust á donskum pylsum.)
Eitt er vinnulig korruptión, væl verri er hin politiska korruptiónin.
Økiskvoturnar hava eittans endamál hjá landsstýrinum. Knúsið tað sum er og tað sum fungerar, og lati okkum fáa Ingolf S. Olsen (Vágar), Paula Trond Petersen (Vestmanna), Páll á Reynatúgvu (Sandoy), Dennis Holm (tjóðveldis-darlingurin per exxellance - Guð má vita hví ein tjóðveldismaður nakrantíð er komin so illa fyri at hann eitur Dennis :-)) og Kristin Michelsen og Bjarna Hammer á Tvøroyri inn í avtoftingarboxina mótvegis Eysturoy og Norðoyggjum.
Um livst fer at spyrjast, hvussu tað fer at vignast formanninum í Tjóðveldisflokkinum at gera enda á vinnuliga meginmotorinum í Føroyum.
Sum málið liggur nú, snýr tað seg bara um at knúsa tað í stumpar og stykkir sum umsíðir er farið at rigga.
Tað var ikki gamal tjóðveldispolitikkur.
Segði nakar politisk útluting?