
Vit ynskja at takka øllum, sum stuðlaðu fólkaflokkinum til løgtingsvalið.
Sum heild eru vit rímuliga væl nøgd við úrslitið flokkurin fekk til valið.
Fólkaflokkurin fekk 6473 atkvøður, vit takka so hjartaliga fyri hvørja einastu.
Tað er ongin loynidómur at Fólkaflokkurin kom út í eitt ódnarveður beint áðrenn valið, men hóast hetta fekk flokkurin eitt sera gott val, sum umstøðurnar vóru.
Vit hava nú fingið nýggjan ungan formann, Beinir Johannesen, hann hevur longu víst sínar dygdir og fekk ikki minni enn 1688 atkvøður til valið. Við so breiðari undirtøku í øllum landinum, er hetta at frøðast um og vísir hetta at vit eru á rættari kós.
Við nýggjum forðmanni og góðari manning síggja vit eina bjarta framtíð fyri Fólkaflokkin
Vit ynskja eisini at takka tykkum 4 sum stillaðu upp, og vóru við til at vit fingu eitt umboð úr oynni valt í tingið aftur.
Vit vilja eisini takka tykkum mongu sum møttu til uppstillingarfundir, valkafé og hugnakvøldið, hugaligt at skipa fyri tá undirtøkan er so góð.
Hesuferð vóru óvanliga nógv fólk, sum møttu upp og tað vísir at hjarnuveljarnir eru góðir við flokkin.
Eisini takk til tykkum, sum á ein og annan hátt hjálptu til í valstríðnum, uttan tykkum onki felag.
Suðuroyar Fólkaflokksfelag ynskir enn einaferð at takka so hjartaliga fyri dyggan stuðul, vit halda áfram við góðum treysti.
Gleðilig jól øll somul!
Suðuroyar Fólkafloksfelag