Eitt Fólkaflokkurin átti at gjørt nú og ikki sum Kringvarp Føroya og so nakrir politikkara í Kontórshavn gera konstant, har tey leggja eftir okkara Fiskivinnu og Alivinnu, tað er at vit fara at rudda upp í almennu kongaríkinum í Tórshavn.
Vit hava túsundtals fólk, sum sita í almennu umsitingini, sum vit als ikki hava brúk fyri og sum okkara FISKIVINNUNA OG ALIVINNA betalur, hvat við at vit gjørdi eina útrokning, at fyri hvønn hundrakrónuseðil Fiskivinnuna og Alivinnan betalti til landi, so fór 5,00 kr. til almenna umsiting at umsita henda hundrakrónuseðilin fyri og so fóru 35,00 kr. í skatti og avgjøldum, 40,00 kr. íalt, tað skuldi verið ríkiligt at goldið til almennu Føroyar, vit eru jú bara 53.000 fólk og ein kann spyrja, hví skulu vit hava eina almenna umsiting, sum kostar okkum milliardir og har 90 prosent av pengunum enda í Kontórshavn og har vit í útjaðarnum í Føroyum og Danski Blokkurin skulu betala hetta risastóra gildi hvørt ár?
Sannheitin er hendan, vit hava ongan politikkara í Føroyum, sum tora at rudda upp í Tórshavn, longri skal handan søgan ikki vera!
SO VERÐUR TAÐ IKKI GJØRT.
Símun á Høvdanum