Sum kunnugt hevur landsstýrismaðurin arbeitt við eini heilsunýskipan, sum var til aðalorðaskifti í november í fjør. Í høvuðsheitum snýr heilsunýskipanin seg um, at heilsuverkið skal hava ein størri fyribyrgjandi leiklut. Tí setur nýskipanin serligt fokus á at seta í verk fyribyrgjandi átøk og at styrkja primera geiran. Hetta var eitt tilvitað val fyri at seta fokus á og fáa framt neyðugar broytingar í primera geiranum, sum alt ov lítil orka er brúkt uppá seinastu árini í Føroyum.
Í 2014 er raðfest at fremja tey átøk, sum eru umrødd í heilsunýskipanini, umframt onnur fyribyrgjandi tiltøk. Sum dømir kunnu nevnast, at tað í løtuni verður arbeitt við at umskipa Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Fólkaheilsuráðið til ein nýggjan Fólkaheilsustovn undir Heilsumálaráðnum. Eisini er skjøtul settur á arbeiðið at skipa heilsudeplar í Føroyum, har teir fyrstu deplarnir longu eru skipaðir. Harumframt er nógv orka løgd í at áseta reglur um endurvenjing, sum skal geva føroyingum ein lógartryggjaðan rætt til endurvenjing innan sjúkrahúsverkið. Eisini er settur ein arbeiðsbólkur til at fyrireika eina heilivágsgjøgnumgongd fyri eldri enn 65 ár, sum taka fleiri enn 5 ymisk sløg av heilivági. Umframt hetta, er eisini gongd sett á arbeiðið at framleiða eina rúsdrekka- og rúsevnisheildarætlan við uppskotum um ítøkilig átøk, sum skulu gjøgnumførast árini 2015 – 2020. Ein røð av hoyringsfundum hava seinastu tíðina verið við avvarðandi partar í hesum sambandi. Harumframt hevur landsstýrismaðurin raðfest at fáa dagført lógarøkið á heilsuøkinum, sum í stóran mun er donsk lóggáva. M.a. hava vit fingið nýggja og dagførda lóggávu á hesum øki: autorisatiónslóg fyri heilsustarvsfólk, autorisatiónslóg fyri sálarfrøðingar, lóg um euforiserandi evnir og lóg um siðseminevnd og gransking.
Við øðrum orðum er í 2014 tann avmarkaða orkan, sum er í Heilsumálaráðnum, serliga brúkt til at fáa sett átøkini í heilsunýskipanini í verk umframt at fáa dagført lóggávuna, sum er alneyðugt at fáa gjørt.
Hetta merkir tó ikki, at onki hendir við at skipa og samskipa serlæknaøkini millum sjúkrahúsini. Tað verða gjørdar samstarvsavtalur millum sjúkrahúsini á økinum og onkur er eisini ávegis. Seinasta dømi um tílíka samstarvsavtalu er at tað er settur ein liðlækni, sum hevur evstu fakligu ábyrgd av allari sjúkraflutningstænastu fyri Føroyar.
Ætlanin er framvegis at fara meira ítøkiligt undir arbeiðið við eini serlæknaætlan, sum hevur til endamáls at gera eina ætlan fyri hvørji serlæknaøki natúrliga eru partar av føroyska heilsuverkinum, hvussu tey skulu skipast, og hvørjar tænastur heilsuverkið eigur at keypa uttanlands. Ætlanin var at seta hetta arbeiðið í gongd í heyst, men vegna aðrar uppgávur, er hetta arbeiðið seinkað nakað og fer ætlandi í gongd á vári 2015.
2. Hví raðfestir landsstýrismaðurin hesa uppgávuna so aftarlaga?
Sum áður nevnt verður arbeitt við at skipa og samskipa serlæknaøkini millum sjúkrahúsini. Samstundis er ætlanin at raðfesta hetta arbeiðið enn hægri í komandi ári. Samstundis er tað ein sannroynd at nógv orka er farin við at arbeiða við heilsunýskipanini, har serligt fokus er sett á fyribyrgjandi átøk og at styrkja primera geiran.
3. Hví verður talið á seingjaplássum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi minkað úr 36 niður í 24?
Talið av songum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi minkar tí at gongdin her heima – eins og aðrastaðni – er tann, at seingjartíðin styttist, meðan ambulanta og dagvirksemið økist. Talið á songum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi verður framyvir 28-30 frá at hava verið 36.
4. Kemur nakað ístaðin fyri hesi mistu seingjaplássini?
Tað plássið, ið verður leysgivið tá sengurnar verða færri, fer at koma sjúklinginum til góðar við betur tænastu, dagviðgerð, øktum ambulantum virksemi og betraðum sjúklingagongdum. Samstundis verða fleiri starvsfólk knýtt at hesi tænastu.
5. Fer landsstýrismaðurin at kanna, um sjúklingar, sum hava tørv á serlækna, fáa ta nøktandi serfrøðina í Føroyum, og um ikki, so um hesir kunnu velja/krevja/ ynskja at verða sendir uttanlands fyri at fáa viðgerð á nøktandi støði?
Tað liggur ikki í kortunum at gera tílíka kanning. Í dag skal ein sjúklingur ávísast av einum yvirlækna sum er settur í føroyska sjúkrahúsverkinum, um sjúkrahúsverkið skal gjalda fyri viðgerðina uttanlands. Um heilsuverkið skal seta eina skipan í verk, har sjúklingar sjálvir kunnu velja ella krevja at fáa viðgerð uttanlands tá ið teir ikki meta seg fáa nøktandi viðgerð í Føroyum, verður tað ógjørligt at stýra útreiðslunum til serviðgerð uttanlands. Samstundis vildi tað kravt eina munandi størri játtan.
6. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvørjar sergreinir eru á hvørjum sjúkrahúsi, og hagtølini fyri tær?
Í yvirlitinum niðanfyri síggjast allar læknafakligar sergreinar. Samstundis er tað tilskilað hvørjar sergreinar eru í føroyska sjúkrahúsverkinum og um tær eru mannaðar við føstum yvirlæknum ella konsulentum.
Tórshavn, 19. desember 2014
Karsten Hansen
Landsstýrismaður