Frá í dag 22. juli og til 1. august verður tað Steinbjørn O. Jacobsen, sum røkir borgarstjórastarvið.
Steinbjørn O. Jacobsen hevur áður verið borgarstjóri í tvey býráðsvalskeið, 2001-2004 og 2005-2008. Hann var fyrstu ferð valdur í býráðið í 1997 og hevur verið býráðslimur øll árini síðani, tvs. hetta er fimta býráðssetan hjá honum.
Umframt sum borgarstjóri hevur Steinbjørn drúgvar royndir sum formaður og limur í fleiri ymsum býráðsnevndum.
Hesa býráðssetuna er Steinbjørn O. Jacobsen varaborgarstjóri, formaður í Teknisku Nevnd og Ferðslunevndini, umframt at hann er limur í trivnaðarnevndini Eldri & Bústaðir og Havna- & Vinnunevndini.
Kelda: Klaksvíkar Kommuna