
1. Veit landsstýrismaðurin,um Mobilepay ella ein líknandi loysn er ávegis tilFøroyar?
2.Eru nakrar løgligar forðingar fyri,at Mobilepay ella ein líknandi loysn kemur til Føroyar?
3. Eru aðrar forðingar fyri at ein slík loysn kemur til Føroyar?
4. Kunnu føroyskir útisetar brúka Mobilepay við føroyskari bankakontuí dag?
Viðmerkingar:
Mobilepay er blivin ein integreraður partur av gerandisdegnum hjá dønum. Teir kunnu lættliga flyta pengar við appini. Ja líka so lætt sum tað er atsenda eitt sms.Og pengarnir koma fram eftir nøkur fá sekund.
Hetta ger gerandisdagin hjádønummunandi lættari. Serliga hjá privatfólki og smærri vinnurekandi. Fyri at seta tað inn í ein føroyskan samanhang, so vildi ein slík loysn millum annað lætt nógv um hesar støðurnar: tá innandura tímin skal gjaldast av 8-10 spælarum. Tá ein skal keypa okkurt frá einum sølubási á marknaðardegi. Tá vinabólkurin skal rinda fyri matin á matstovuni og so framvegis.
Tann 18.november 2016 kundi lesast ígrein áin.fo, at BankNordik (nú Føroya Banki) fór uppí samstarv við Mobilepay. Hetta bleiv tó av ongum.
Tann 29.september 2021hoyrast tíðindi í Kringvarpi Føroyaum,at føroyskir útisetar, sum brúka Mobilepay, ikki kunnu gera hetta longur við føroyskari bankakontu.Fyri at fáa greiðu á hesum viðurskiftum, verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 7. januar 2025
Steffan Klein Poulsen