Í 2022 skeyt eg upp at avseta 500.000,00 kr. av til Norðoya Bátafelag, so tey kunnu fáa síni felagshús, hetta bleiv góðtikið á fundi á Hotel Klaksvík, har vit løgdu seinasta hond á fíggjarlógina fyri 2023.
Síðani hava eg stríðst fyri at Klaksvíkar Kommuna raðfestir Norðoya Bátafelag og tað hevur nú eydnast.
Nú manglar at fara ígongd og fáa tað gjørt, tað verður eitt stórt tak, men tað skulu vit nokk klára og so er økið við Biskopstø liðugt bygt.
Nú er liðugt at byggja meira á hasum økinum, næsta stig verður fjøruvegurin, har fólk kunnu ganga og súkkla frá Stongunum og heilt til Heimið við Vágna uttan at vera órógvaði av bilum.
Veljið ein sterkan Símun á Høvdanum inn í Klaksvíkar Býráð, tí SO VERÐUR TAÐ GJØRT.
Símun á Høvdanum
Fólkaflokkurin